Kunngerð um broyting í býarplaninum fyri Sunda kommunu

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast varð broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 13. mai 1997, verður við hesum boða frá, at býráðið í Sunda kommunu á býráðsfundi tann 24.09.2018 hevur samtykt, at gera niðanfyristandandi broytingar í býarplaninum fyri Sunda kommunu.


Broyting í býarplaninum fyri økið í markatalsbygdini Hvlavík:

Broytingin umfatar matr. nr. 64a og partar av matr. nr. 126, 84a og 125, ið eru millum Stórá og Hvalvíksveg.

Broytingin, ið umfatar matr. nr. 126, 84a og 125 verður framd, sum ein tillaging, fyri at fáa viðurskiftini á hesum matriklum í rættlag, soleiðis at økisútleggingin, fyri ávikavist frílendi og bústaðarøki, fylgir matrikulmørkunum.

Vestari lutur av matr. nr. 64a verður broyttur frá at vera frílendi (H), til at vera bústaðarøki (B).

Partur av eystara luti av matr. nr. 64a verður broyttur frá at vera frílendi (H), til at vera bústaðarøki (B).

Partur av matr. nr. 126 verður broyttur frá at vera frílendi (H), til at vera bústaðarøki (B).

Partur av matr. nr. 84a verður broyttur frá at vera frílendi (H), til at vera bústaðarøki (B).

Partur av matr. nr. 125 verður broyttur frá at vera frílendi (H), til at vera bústaðarøki (B).

Broytingin liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð


Frá hósdegnum 18. oktober 2018 til fríggjadagin 9. november 2018 báðir dagarnir íroknaðir


Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu verða handað skriftliga til Sunda kommunu í seinasta lagi 30. november 2018.

Oyrarbakki tann 18. oktober 2018

Sunda kommuna

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00