Størv í Skúlanum við Streymin

2 tíðaravmarkaði lærarastørv í Skúlanum við Streymin eru leys at søkja

2 tíðaravmarkaði lærarastørv verða lýst leys at seta frá 1. januar 2019
• 1 tíðaravmarkað lærarastarv frá 1. januar 2019 til 15. mai 2019.
Talan er um eitt starv á 24 t/v, har undirvíst verður í lærugreinunum enskum 4.-6. fl., kristni 1., 2., 3. og 5. flokki og føroyskum í 5. flokki.
• 1 tíðaravmarkað starv frá 1. januar 2019 til 26. juni 2019.
Talan er um eitt starv á 20 t/v, har undirvíst verður í føroyskum og heimstaðarlæru í 1. flokki og 7 miðfirru tímar í innskúlingini.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
• duga at samstarva
• eru fyrikomandi
• sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini í einum samanløgdum skúla
• hava áræði til at taka ábyrgd
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 18.12.18. kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: svs@svs.fo

Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Sonni Djurhuus, skúlastjóra, á tlf. nr. 212084, ella við at senda teldupost til sonni.oli.djurhuus@skulin.fo
Í Skúlanum við Streymin ganga 215 næmingar í 1. – 10. flokki. Í skúlanum arbeiða 22 lærarar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00