Mál og menning

Neyvan nakran tíð áður hevur samfelagið broytt seg so nógv og so skjótt, sum seinastu árini. Hetta setir stór krøv til okkum, fyri at fylgja við og laga okkum til gongdina. Fyri at síggja heildina mugu vit viðhvørt fara niðan frá, hyggja út yvir landslagið og gera okkum eina ætlan fyri, hvør besta leiðin er at ganga.

Tá farið var undir triðja valskeið hjá nýggju Sunda Kommunu, og 8 ár vóru liðin síðan samanleggingina í 2005, metti býráðið tíðina vera búna til at hyggja inn í framtíðina. Býráðið samtykti tí at seta ein menningarbólk við kønum fólki, sum skuldi vísa á vakstrarmøguleikarnar á ymsum økjum, og koma við ítøkiligum tilmælum um broytingar ella nýskapanir, sum menna kommununa.

Les meira við at taka faldaran um "Mál og menning" í Sunda kommunu niður her

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00