Bygdarhús

Í Hósvík, Haldórsvík, Tjørnuvík, á Oyrarbakkanum og við Gjógv eru bygdar- og samkomuhús.Her skipa feløg fyri ymsum tiltøkum, eins og til ber at leiga ella lána høli til samkomur, fundir ella annað.

Feløgini, sum varða av bygdar- og samkomuhúsunum, eru hesi:

Bygdafelagið Varðin, Hósvík
Formaður í Varðanum, sum eigur bygdahúsið, er Beinta á Dunga, tlf. 422045 ella 226985. Ynskir tú at leiga húsið, kann tað gerast við at ringja til formannin, har eisini ber til at fáa upplýsingar um prísin.

Haldórsvíkar Avhaldsfelag, Haldórsvík
Avhaldsfelagið eigur hús, sum verða nýtt til samkomur av ymsum slagi, har rúsdrekka ikki verður skonkt. Formaður í felagnum er Jórun Andreasen. Nærri fæst at vita við at venda sær til hennara á tlf. 224319, ella Harriet Samuelsen, tlf. 213429. Avhaldshúsið hevur tlf. nr. 423389.

Ungmannafelagið Eydnan, Oyrarbakki
Í summarhálvuni er húsið hjá felagnum opið fyri ferðaløgum, sum koma við bussum frá stóru ferðamannaskipunum, ið koma á Havnina hesa ársins tíð. Tá verður ymiskt heimavirkað sýnt fram, sum ferðafólkini kunnu keypa sær sum minni frá vitjanini. Annars kann húsið leigast til ymisk tiltøk, veitslur o.a. Formaður í Eydnuni er Elin Dam Dahl. Nærri fæst at vita við at ringja til tlf. 722322. Les meira á Facebook-vanga felagsins her.

Bygdafelagið Gjáar Samkomuhús, Gjógv
Ynskir tú at leiga samkomuhúsið, kann tað gerast við at ringja á tlf. 423325.

Bygdarhúsið í Tjørnuvík
Ynskir tú at leiga Bygdarhúsið í Tjørnuvík, kann tað gerast við at ringja á tlf. 423528 ella 263528.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00