Frítíðarundirvísing

Skráin fyri várskeiðini 2018 er komin. Tilmeldingin byrjar 2. januar og evsta freist at melda til er 5. januar 2018. Sí skránna her. Enn eru tøk pláss til nakrar lærugreinar, les meira her.

Í tilknýti til fleiri skúlar í kommununi er frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi. Serliga er tað tónleikur, sum undirvíst verður í, men eisini ymiskt handaligt er á skránni.

Endamálið við hesum tilboðum er stimbra hvønn einstakan at menna sínar førleikar innan ymisk øki, umframt at gera sítt til, at stuðla upp undir lívslongu læringina.

Kommunan samskipar útbúgvingartilboðini við støði í teimum ynskjum og tí tørvi, sum er í kommununi. Leiðari fyri frítíðarundirvísingina er Elspa Petersen, tlf. 281296.

Faldarin verður borin í hvørt hús í kommununi um heysti umframt og lýstur á her á heimasíðuni. Várskeið verða lýst her á heimasíðuni.

Øll undirvísing er treytað av nóg stórar undirtøku og góðkenning mynduleikanna.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til sunda@sunda.fo ella við at ringja til tlf. 667271. Tá goldið er, ert tú tilmeldað/ur.

Leiðreglur fyri Frítíðarundirvísingina í Sunda kommunu.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00