Gjógv

Bygdin Gjógv er fyrstu ferð nevnd í teirri gomlu jarðarbókini frá 1584, men tað er mangt, ið bendir á, at fólk hava búð her væl fyri ta tíð. Tað hava verið niðursetufólk úr Funningi, ið fyrst hava sett búgv her, og soleiðis er jørðin so við og við vorðin felags ogn hjá báðum bygdunum. Avrátt varð at býta hagarnar bygdanna millum, og gjørdist hetta veruleiki í 1790. Í hesum hagabýtinum fekk Gjógv hagapartin Sáttarenni, ið liggur á tí vestara arminum á Funningsfirði – mitt í millum Funningshagarnar. Løgið – og full greiða – hví so er, er ikki til fulnar kend. Jørðin var/er ognarjørð, so nærum hvørt húski átti sín jarðarlut, og tað hevði nógv at siga í gomlum døgum. Kortini var sjógvurin álitið, og á tí økinum var lagamanni at búgva her, tí stutt er út á góða fiskileið, so bygdin fjølgaðist her við Norðhavsins strendur. Sjógvurin gav nógv av sær, men hetta var dýrt keypt gáva. Tað sæst best á minnisvarðanum Eysturi í Kinnini. Bygdin hóraði tó undan, mentist og vann á øllum bakkøstunum. Tá ið slupptíðin var í hæddini, búðu 283 fólk við Gjógv - fiskimenninir vóru um 70 í tali, og skúlabørnini vóru 53. Aftan á seinna kríggj og øll fimmtiárini, broyttist nógv til tað betra og nógv meira til tað verra. Bygdin fekk el í 1956 og vegasamband í 1959, men fólkatalið minkaði við væl meira enn 100 fólkum í hesum tíðarskeiðinum. Barnaríkar familjur fluttu av bygdini, og í hølunum á teimum fór ungdómurin á skúlabonk og sást ikki aftur, so minkingin helt bara áfram, og er tað sárt at staðfesta, at nú liggur fólkatalið um tey 30.

ÁbyrgdarpersónurAsfinn red

Ábyrgdarpersónur fyri at savna saman staðarnøvn fyri bygdina Gjógv er Ásfinn Sigvardsen. Ásfinn er føddur í 1944 og uppvaksin við Gjógv, men hevur búð í Runavík størsta partin av sínum lívi. Asfinn er útbúgvin lærari og hevur av sínum eintingum skrásett staðarnøvn síðani fyrst í 1980unum. Áhugin fyri staðarnøvnum kemst av at hann alt sítt lív hevur gingið á fjall í øllum høgum við Gjógv, og her sæð týdningin og virðið í at kenna staðarnøvnini.
Fyri at finna fram til staðarnøvnini og frágreiðingarnar, hevur Ásfinn tosað við røktingarmenn og fleiri av teimum eldru fólkunum við Gjógv.

Síðan við staðanøvnum eitur sunda.kort.fo. Legg til merkis, at síðan riggar ikki við internetexplorer browsara. Vit viðmæla at brúka google chrome.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00