Norðskáli

Norðskáli er rættiliga gomul bygd, helst gongur søgan aftur í miðøldina. Hon er minsta markatalsbygd í landinum, bert 4 merkur. Hetta bar í sær, at í teirri longu tíðini, meðan jørðin var avgerandi lívsgrundarlagið, kundu bert fá fólk lívbjarga sær á staðnum. Ymiskt bendir á, at fyrstu fáu búfólkini bert hava støðast har í styttri tíð í senn. Tey hava verið uppsitarar í nøkur ár, og eru so flutt aftur til heimbygdina. Tá loyvt varð at leggja inn gerði, gjørdist grundarlag fyri einum størri fólkatali.

Upprunaligi bøurin liggur frá Stórá og norður á Garðar. Í hesum samanhangi skulu vit eisini síggja elsta býlingin í bygdini:Reynið og Tøðuna. Navnið Garðsendi ber boð um, at hetta var markið norðureftir. Hetta sæst eisini týðiliga á eini tekning frá 1789, ið ein av luttakarunum á kanningarferðini hjá skotanum Stanley gjørdi ein summardag, tá ið teir róðu av Hvalvík og norður til Eiðis. Menn hava tó ikki bert dúvað uppá jørðina, men róð út við smærri bátum, tá ið líkindi vóru til tess. Seinni er bygdin vaksin norðureftir og suðureftir, væl suður um hagamarkið móti Oyri.

ÁbyrgdarpersónurHanus red
Ábyrgdarpersónur fyri at savna saman staðarnøvn fyri bygdina Norðskála er Hanus Petersen.
Hanus er føddur í 1939, uppvaksin við Norðskála og hevur búð har størsta partin av sínum lívi. Hanus er fyrrverandi postboð. Hanus lærdi nøvnini sum ungur og hevur síðan havt nógv brúk fyri teimum sum røktingarmaður. Hanus byrjaði at skráseta í 2014.
Fyri at finna fram til staðarnøvnini og frágreiðingarnar, hevur Hanus tosað við Freydis Poulsen, Aksel Petersen og fleiri onnur bygdarfólk. Eisini hava eldri skrásetingar verði brúktar sum grundarlag í arbeiðinum. Hanus hevur fingið holla tekniska hjálp frá Haraldi Joensen.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00