Trúarlív

Flestu bygdir í kommununi eru frá gamlari tíð kirkjubygdir. Eysturoyarmegin hoyra bygdirnar til Eiðis prestagjald og Streymoyarmegin til Norðstreymoyar prestagjald. Her starvast ávikavist Emil Olsen og Bergtórur Bjarkhamar.

Í Norðstreymi eru kirkjur í:
Hósvík - kirkjugongd kl. 11.00
Hvalvík - kirkjugongd kl. 12.00
Saksun - kirkjugongd eftir avtalu
Haldórsvík - kirkjugongd kl. 12.00
Tjørnuvík - kirkjugongd kl. 12.00

Í Eysturoynni er kirkja við:
Norðskála - kirkjugongd kl. 12.00
Gjógv - kirkjugongd kl. 12.00

Í Hvalvík er missiónshús og í Nesvík, norðanfyri brúnna um Streymin, hevur Heimamissiónin stórt leguhús, har fólk úr øllum landinum savnast. Her er nógv virksemi árið runt við barnalegum, ungdómslegum og familjulegum.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00