Skúlar og dagstovnatilboð

Skúlar

At útbúgva unga ættarliðið til eina framtíð, har kunnleikakrøvini støðugt økjast, er eitt týðandi endamál hjá fólkaskúlanum í dag. Samlaða næmingatalið liggur í Sunda kommunu liggur um 200.

Býráðið hevur samtykt at savna allar næmingar í kommununi frá 1. til 7. flokk í ein skúla frá skúlaárinum 2016-17. Hesin nýggi skúlin kemur at vera á Oyrarbakka. Tó koma 1-3 eisini at ganga í Hósvíkar skúla og í Hvalvíkar skúla.

Dagstovnar

Í kommununi eru tríggir nútímans dagstovnar og frítíðarskúli, ið nøkta ansingartørvin fyri øll børn í aldrinum 0 til 10 ár. Frítíðaransingin er sostatt eisini løgd til dagstovnarnar hjá kommununi.

Tað er ongin bíðilisti til barnaansing í Sunda kommunu. Allir dagstovnar hava opið mánadag til fríggjadag frá kl. 07.15 til 17.00. Tó hevur dagstovnurin við Kráir í Hvalvík opið frá kl.07.00 til 17.00.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00