Skúlagongd

Skúlagongdin er í alt størri mun vorðin ein hornasteinur undir menningini hjá øllum børnum. Skulu tey mennast og trívast við teimum krøvum, ið dagsins samfelag setir til tey, er neyðugt at undirvísingin fer fram í einum mennandi og tíðarhóskandi umhvørvi.

Kommunan leggur tí stóran dent á, at fólkaskúlin gevur børnunum eitt gott støði at standa á, økir um hug teirra at læra og annars er grundvøllur fyri virkishugi og fakligum førleikum.

Tað eru tríggir skúlar í Sunda kommunu ein í Hósvík, ein í Hvalvík og ein á Oyrarbakka. Samlaða næmingatalið liggur um 300.

Í Hósvíkar skúla og í Hvalvíkar skúla ganga næmingar frá 1.-6. flokk. Í skúlanu við Streymin á Oyrarbakka ganga næmingar frá 1. -10. flokk.

Skúlsamstarv er í millum Sunda og Eiðis kommunur. Skúlabørn frá 8. - 10. flokk ganga í Skúlanum við Streymin. 

10. flokkur kallast E-nám og er skipaður sum samstarv millum tríggjar skúlar. Skúlan við Streymin, Stranda skúla og Fuglafjarðar skúla.

Býráðið hevur samtykt at savna allar næmingar í kommununi frá 1. til 10. flokk í ein skúla, Skúlanum við Streymin. Nýggjur skúli verður bygdur saman við verandi bygningum á Oyrarbakka og verður byggingin eftir ætlan liðug til skúlaársbyrjan 2018/2019.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00