Sløkkilið

Mong ár áðrenn verandi Sunda kommuna gjørdist veruleiki var samstarv í Sundalagnum um eitt felags sløkkilið. Sunda Sløkkilið hevur støð á Oyrarbakka, nærhendis brúnni um Streymin, við allari neyðugari útgerð.

Eisini er lokal sløkkiútgerð við Gjógv, í Tjørnuvík, í Haldórsvík og í Hósvík.

Virkandi sløkkiliðsleiðari og brunaumsjónarmaður er Mikkjal Hansen, tlf. 297229. At sløkkiliðnum eru knýttir 20 fólk. So at siga øll eru roykkavarar.

Tá boðað verður frá eldsbruna ella øðrum, sum sløkkilliðið verður sent til, eiga fólk at venda sær til telefon nr. 112 (neyð og hjálp).

Sløkkiliðið tekur sær eisini av uppruddingararbeiðið í sambandi við oljulekar. Ert tú varugur við oljuleka boða so frá til brunaumsjónarmannin á tlf: 297229.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00