Haldórsvík

Tá tú kemur til Haldórsvíkar sæst, at her liggur nógv stríð og knoss aftanfyri teir teigar, sum bygdamenninir hava velt niðan fjallasíðuna. So bratt er, at grótbakkar eru lagaðar so hvørt, sum teir hava vunnið niðaná. Fáar bygdir munnu hava havt so truplar umstøður at fáa dyrkað lendi. Til bygdina hoyra fýra hagapartar, ið tilsamans eru 12 merkur. Norðan Á (2 merkur og 8 gyllin), Byrgið (4 merkur), Sunnan Fossá (2 merkur og 8 gyllin) og Langasandshagi (3 merkur).

Fólkatalið í Haldórsvík vaks munandi, tá fiskivinnan vant uppá seg í seinnu helvt av 19. øld. Bygdin liggur væl fyri í mun til Norðhavið, so útróðurin fekk stóran týdning. Handil kom tíðliga til bygdina, og ymiskt annað vinnuligt virksemi fylgdi honum. Henda støða helt sær, til miðsavnanin í landinum av álvara fór at gera vart við seg.

Í 1970-árunum var nógv gjørt við at bøta um havnaviðurskiftini, og at seta á stovn flakavirki, so bygdin kundi fylgja við samfelagsmenningini. Hetta eydnaðist rættiliga væl, fitt av arbeiðsplássum kom burturúr, og hóast rákið innan fiskivinnuna á landi hevur verið at savna virkini saman í størri eindir, er fiskavirkið í Haldórsvík – nú nøkur eigaraskifti hava verið – framvegis sjálvstøðugt.

Í Haldórsvík finna vit sjáldsamu áttahyrntu kirkjuna, sum tann einasta av sínum slagi í Føroyum. Hon varð bygd við fyrimynd eftir kirkju á Frederiksberg í 1856 – sama ár sum Kongaligi einahandilin var avtikin – og umbygd í 1932. Torbjørn Olsen málaði í 1996 forvitnisliga og nýskapandi altartalvu til kirkjuna, sum kom í staðin fyri ta gomlu. Myndevnið er seinasta kvøldmáltíðin, og andlitini við borðið tykjast rættiliga kend manna millum í Føroyum.

Í Haldórsvík ganga børnini í skúla til og við 7. skúlaár, og síðan fara tey í framhaldsdeildina á Oyrarbakka. Ein partur av skúlabørnunum koma úr grannabygdini, Langasandi.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00