Oyrarbakki


Fyrsta búseting á Oyrarbakka var í 1924, og er yngsta búsetingin í kommununi. Heilt fram til miðja 20. øld var neyðugt hjá mongum at hava jarðarbrúk, so longi fiskivinnan bert kundi bjóða arbeiði ein part av árinum. Um somu tíð varð landið bundið so mikið saman, at fólk kundu ferðast meira millum oyggjarnar, ella búsetast á nýggjum plássum, um livilíkindini vóru betri har. Í hesum førinum síggja vit, at tað í fleiri førum eru fólk, sum koma rættiliga langvegis frá, ið seta seg niður á Oyrarbakkanum, men eisini fólk úr grannabygdunum eru millum niðursetufólkini.

Eftir hesi fólk liggja gerðini og húsini, ið nærum knýta tær báðar eldru bygdirnar, Norðskála og Oyri, saman í dag. Sum miðstøða í kommununi liggur væl fyri at hava felags hentleikar á Oyrarbakkanum. Eitt nú hevur Ungmannafelagið Eydnan bygt samkomuhøli tætt við brúnna um Streymin og Sunda kommuna hevur sína umsiting her.

Felags skúli fyri kommununa var bygdur á Oyrarbakkanum í 1969, eins og kommunurnar í Sundalagnum gingu saman um ein Felagsskúla fyri framhaldsdeildina har í 1973. Støðugt vaksandi høliskrøvini á skúlaøkinum hava við sær, at vaksið verður um skúlarnar. Sum ein liður kommunala samstarvinum í Sundalagnum er eisini brandstøð bygd á Oyrarbakka.

Væntast kann, at góðu útbyggingarmøguleikarnir á Oyrarbakkanum framhaldandi kunnu fáa tilflytarar til plássið, eins og teir, ið løgdu lunnarnar í síni tíð.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00