Streymnes

Bygdin Streymnes er í síni tíð helst byrjað sum niðursetupláss, sum fólk úr Hvalvík eru flutt til. Til Streymnesar hoyra 12 merkur, helvt um helvt kongsjørð og ognarjørð. Kongsjørðin liggur hjá einum festi. Hagapartarnir eru tríggir: 1) Fyri Framman og Norðarahelvt í Sundinum, 2) Fyri Framman, Heimaripartur, og 3) Heimarahelvt í Sundinum.

So longi jarðarbrúkið var lívsgrundarlagið, var fólkatalið í bygdini rættiliga avmarkað, men seinnu árini er hetta nógv broytt. Nýggir býlingar vaksa fram, og stórur áhugi er fyri at seta búgv her. Bygdin er nær um vaksin saman við grannanum, Hvalvík. Hon liggur væl fyri, við alfaraveg, og skjótt er at koma til stórplássini í meginøkinum.

Røktarheim er bygt á Mørkini við plássi fyri 32 búfólkum. Hetta er nýggjur og væl innrættaður stovnur, býttur í fýra lonir og við eini miðleingju, har felags hentleikarnir eru. Við at skipa stovnin í smærri eindin verður umhvørvið heimligt hjá búfólkunum. Sniðið í bygningunum ger, at at fellur væl saman við grannalagnum og bygdini annars.

Í Streymnesi og í Hvalvík hava fólk havt stóran áhuga fyri ítróttarlívinum. Bygdirnar hava róðrarfelag, Hvalvíkar-Streymnesar Róðrarfelag, sum gjøgnum árini hevur fingið nógv meistaraheiti við fimm- og seksmannaførum sínum. Felagið eigur neyst í Streymnesi. Ítróttarfelagið Streymur fór í 1992 undir at samstarva um fótbóltin við Eiðis Bóltfelag, og hevur felagsliðið EB-Streymur seinnu árini av álvara gjørt seg galdandi í føroyskum fótbólti. Góða gongdin setur stór krøv til fótbóltsvallir og umstøðurnar rundan um teir. EB-Streymur hevur sín heimavøll við Margáir í Streymnesi, umframt at rúmligt hús og áskoðaraskýli.

Børnini í Streymesi ganga í skúlanum í Hvalvík, hagar leiðin er stutt. Í ítróttarhúsinum við fótbóltsvøllin liggur Frítíðarskúlin við Margáir, ið hevur pláss fyri 24 børnum. Fólkatalið í Streymnesi táttar nú í tey hálvttriðjahundað.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00