Góðir vinnumøguleikar í kommununi

Nógv virksemi er í Sunda kommunu og harvið nógv arbeiðspláss. Ein uppgerð frá juni 2015 vísir, at tað vóru umleið 930 arbeiðspláss í kommununi. Nógv tey flestu innan privata geiran – stív 700 – meðan umleið 170 størv eru innan tað almenna og ymsar stovnar. Restin – umleið 60 størv – eru í privatum feløgum.

Størstu fyritøkurnar í kommununi eru Thor, Norðsetur, Løvubetong og HP-Jarn, meðan nógvar smærri fyritøkur eru innan byggivinnu, handil, tænastu og annað.

Kommunan ynskir at skapa tilvit um vinnuna í økinum, og hetta verður gjørt við at skipa fyri vinnudøgum og annars at varpa ljós á virksemið í økinum. Kommunan arbeiðir í tøttum samstarvi við Íverksterahúsið í Klaksvík við tí endamáli at geva íverksetarum í kommununi bestu vegleiðing og stuðul til at byrja virksemi í kommununi. Millum annað var eitt sonevnt StartUp skeið í apríl 2015.

Seinastu árini er talið av fyritøkum í Sunda kommunu støðugt vaksið. Ein av stóru fyrimununum hjá bæði fyritøkum og borgarum er staðsetingin hjá kommununi, sum er tann besta í Føroyum. Tað er bert umleið hálvur tími við bili til størstu plássini í Føroyum – Tórshavn, Runavík og Klaksvík – og somuleiðis til Flogvøllin. 

Handilsøkið er í støðugum vøkstri, og fólk úr øllum meginøkinum kemur til Streymin at handla. Eisini ferðavinnan í Sundalagnum veksur alsamt, og Sunda kommuna er tann kommunan í landinum, ið fær vitjan av flest ferðafólkum. Hetta tí, at vit hava tríggjar av vakrastu bygdunum í Føroyum, sum eru Saksun, Tjørnuvík og Gjógv.

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00