Ferðavinna

Í Sunda kommunu eru mong natúruvøkur pláss, sum ferðafólka vitja, serliga bygdirnar Saksun, Tjørnuvík og Gjógv.

Við Gjógv heldur Gjáargarður til, summarhúsøkið Fornagarður og kampingøkið Flatnagarður. Á Flatnagarði er pláss fyri 24 vognum.

Vitja síðuna hjá Kampingøkinum her: www.campingbygjogv.com

Vakur filmur um ferðavinnu við Gjógv sæst her.

Kring um í kommununi verður alt árið runt skipað fyri ymsum útferðum, so sum toymisútferðir og virkisútferðir har luttakararnir hava møguleika at royna seg í fjallatúrum, síging, kajakrógving o.ø. Tað er felagið NAX, sum stendur fyri hesum. Les meira á nax.fo.

HK Bussar í Hvalvík bjóðar seg fram at koyra ferðafólk og føroyingar runt í økinum. Fyri at leiga buss far inn á heimasíðu teirra www.hk.fo.

Í Tjørnuvík ber til at sleppa túrar runt í Tjørnuvík við ferðaleiðara, har greitt verður frá bygdini og søguni um bygdina. Ring til Hans Esbern á tlf. 584042.

Hvønn leygardag verður skipað fyri gongutúri við ferðaleiðara úr Tjørnuvík til Saksunar. Les meira her: gongutúrur við ferðaleiðara.

Í Saksun er kaffistova í Dúvugørðum sum er opin frá 15. juni til 31. august. Les meira á facebook síðuni: Kaffistovan í Dúvugørðum.
Í Saksun eru Dúvugarðar og kirkjan, sum eru sera forkunnug fornminni. Tað er søvn landsins sum umsitur hesi. Dúvugarðar hava opið frá 15. juni til 31. august allar dagar í viku frá kl. 14-17. Atgongugjaldið er 30 kr.

Uttan fyri upplatingartíð verður tikið eitt eykagjald á 600 kr. Um veturin varðar festarin, Jóhan Jógvansson tlf. 594455, av vitjanum. Les meira um Dúvugarðar á heimasíðuni hjá Søvnum landsins - savn.fo - ella á vangamyndini hjá Dúvugørðum - facebook.com/duvugardar og facebook.com/savn.

Visit Faroe Islands hevur givið út tilfar um ymisk ferðamál í økinum, sum er at fáa á kunningarstovunum. Les meira á VisitFaroeIslands.com

Sig tína hugsan

Situr tú inni við einum góðum hugskoti, ynski ella viðmerking. Skriva okkum eini boð her.

captcharefresh

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3
Postrúm 10
FO-400 Oyrarbakki

Tel.: (+298) 66 72 71
Fax: (+298) 40 72 70
sunda@sunda.fo

Skrivstova okkara er opin soleiðis:

Mánadag-fríggjadag: 9.00 til 16.00
Mikudag: 10.00 til 16.00