Kommunan í tølum

Tá kommunurnar vóru lagdar saman til Sunda kommunu tann 1. januar 2005 búðu 1.557 borgarar í samanløgdu kommununi. Fólkatalið er vaksið støðugt síðan og í 2018 fór tað upp um 1.800.

Inntøkan hjá kommununi stavar í størstan mun frá persónsskatti. Skattaprosentið er 21,5% (í 2019). Fyrsta árið hjá samanløgdu kommununi var skattainntøkan 34 mió.kr. Í 2018 var hon 81 mió.kr.

Ein stór broyting var í inntøkum og útreiðslum, tá eldraøkið tann 1. januar 2015 varð lagt út til kommunurnar. Í hesum sambandi yvirtóku kommunurnar skattainntøkuna frá inngjøldum til eftirløn, umframt at kommunurnar fáa eina afturbering frá landinum vegna frádráttir til útisiglarar í DIS og FAS v.m.

Á eldraøkinum er Sunda kommuna partur av VEKS-samstarvinum, sum eisini umfatar Eiði, Kvívík og Vestmanna. Kommunurnar býta útreiðslurnar eftir fólkatali í aldrinum frá 67 ár og eldri. Skrivstovan hjá VEKS eldrasamstarvinum er í Vestmanna. VEKS leigar røktarheimið Mørkina í Streymnesi frá Sunda kommunu.

Vestmanna-, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommuna samstarva somuleiðis á barnaverndarøkinum. Barnaverndartænastan í VEKS hevur skrivstovu á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Kommunurnar eiga og reka bygningarnar á fólkaskúlaøkinum, meðan lærararnir eru settir og løntir av mentamálaráðnum. Í Sunda kommunu eru tríggir fólkaskúlar. Teir eru í Hósvík, Hvalvík og Oyrarbakka. Frá skúlaársbyrjan í august 2020 verða 1.-3. flokkur í Hósvík og Hvalvík, meðan 1.-10. flokkur eru á Oyrarbakka. Tilsamans ganga umleið 300 næmingar í skúlunum.

Kommunurnar reka einsamallar dagsstovnaøkið við vøggustovum, barnagørðum og frítíðarskúlum. Dagsstovnar eru í Hósvík, Hvalvík og Oyrarbakka. Íalt eru umleið 215 børn, harav 75 í frítíðarskúla, sum umfatar 1.-3. flokk. Talið av starvsfólkum á dagsstovnaøkinum er uml. 60. Í ársverkum er talið nakað lægri.

Størsta íløgan nakrantíð hjá Sunda kommunu er byggingin av skúla og ítróttarhøll við Streymin. Samlaða verkætlanin fer at kosta íalt 100 mió.kr. tá byggingin verður liðug í 2020. Byggingin er lutvíst fíggjað við lántøku. Lániskuldin verður 70 mió.kr., tá skúlin er liðugur. Tað svarar til umleið 0,85 av einari álíkning.