Byggiloyvi

Byggiloyvi

Hetta skal sendast við skrivligari umsókn um byggiloyvi:

Sethús, tví- ella raðhús og vinnubygningar

Sum fylgiskjøl við umsóknini skulu vera hjáløgd fylgjandi:

  • Støðumynd, við ávísing av frástøðum til mørk, ikki minni enn 1:500
  • Mátsettar flatmyndir av øllum húsinum, (kjallara, stovu-, og loftshædd) við ávísingum av roykvarnarum, rímingarleiðum og bjargingaropum, ikki minni enn 1:100
  • Málsettur tvørskurður, við planeringshæddum og tilfarslýsingum, ikki minni enn 1:50
  • Tekning av øllum útsíðum, ikki minni enn 1:100
  • Spillivatnsskipan inni og úti og aðrar tekniskar innleggingar (vatnveiting, el-veiting, telefon og annað), ikki minni enn 1:100
  • Útrokning av byggistigi og nettonýtslustigi á hjálagda oyðublað.
  • Tøl fyri orkunýtslu sambært bygningskunngerð 2017 á hjálagda oyðublað.

Onnur bygging

Fyri aðra bygging, so sum hjall, úthús, bilhús og bilskýli skulu vera hjálagdar hesar tekningar:

  • Støðumynd, ikki minni enn 1:500
  • Málsettar flatmyndir av tí, ið verður bygt, í minsta lagi 1:100
  • Málsettur tvørskurur við tilfarslýsingum, í minsta lagi 1:50
  • Tekning av øllum útsíðum, í minsta lagi 1:100

Um tað bygda verður upphitað til meiri enn 5 °C, skulu tøl fyri orkunýtsluna sambært bygningskunngerð 2017 upplýsast á hjálagda oyðublað.

Útrokningar av tølum fyri orkunýtslu skulu gerast við forritum, ið eru útgivin av Statens Byggeforskningsinstitut SBI: Be10 ella Be15. Kommunan góðtekur ikki útrokningar av orkutølum, ið eru gjørdar við grundarlagi í forritum frá veitarum.