Lestrarhølið

Lestrarhølið í sunda kommunu

Lestrarhølið er í Skúlanum við Streymin. Tænastan er til tey, sum eru heima í jólafrí/páskafrí og ella summarfrí og eru í holt við uppgávuskriving ella skulu til próvtøku. Tó eru eisini onnur lesandi vælkomin at nýta hølini.

Leiðreglur

  • Ábyrgdarpersónurin fær lykil til skúlan og kann læna lykilin út alt eftir hvør ynskir at nýta hølini
  • Úthurðin skal til eina og hvørja tíð vera læst, eisini tá fólk eru inni í skúlanum!
  • Vinarliga nýtið innskógvar!
  • Hølið skal haldast reint og rudduligt. Burturkast skal beinast í ruskspannir sum standa við svarta bygningin
  • Kaffimaskinu, ketil o.a. sum er í fyrstu stovuni er til at brúka. Ruddið bara væl upp eftir tykkum
  • Møguleiki er fyri at nýta kopimaskinuna. 
  • Samvirknu talvurnar kunnu nýtast. 

Ynskir tú at nýta lestrarhølið, send ein teldupost til sunda@sunda.fo

Góðan lestrarhug!