Tíðindi

Fólkatingsval 2019

16.05.2019

Fólkatingsval verður mikudagin 5. juni 2019. Kunning um valstøð, valkort, brævatkvøður og heimaval sæst niðanfyri.

Í Sunda Kommunu verður valt á hesum støðum:

• Veljarar búsitandi við Gjógv velja í skúlanum við Gjógv.
• Veljarar búsitandi við Norðskála, á Oyrarbakka og á Oyri velja í Eydnuni á Oyrarbakka. 
• Veljarar búsitandi í Tjørnuvík velja í bygdahúsinum í Tjørnuvík
• Veljarar búsitandi í Haldórsvík og á Langasandi velja í skúlanum í Haldórsvík. (lofti)
• Veljarar búsitandi í Hvalvík, Streymnesi og í Saksun velja í skúlanum í Hvalvík.
• Veljarar búsitandi í Hósvík velja í skúlanum í Hósvík.

Atkvøðugreiðslan er frá:
Kl. 9.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður: 
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi mánadagin 3. Juni 2019 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna í vanligari avgreiðslutíð. Brævatkvøður skulu vera valstýrinum , har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl. 9.00 tann 5.juni 2019

Heimaval:
Veljarar ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi mánadagin3. Juni 2019 við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 667271 í seinasta lagi mánadagin 3. Juni kl. 15.00.

Valkort:
Valkort verða send veljarunum í standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt er komið skeivt fyri, skal viðkomandi venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast tilber.

Oyrarbakki tann 16.05.2019

SUNDA KOMMUNA

 

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu