Tíðindi

Býráðið á kunningarferð á Bornholm

24.05.2019

Í vikuni var býráðið í Sunda kommunu á kunningarferð á oynni Bornholm. Við á ferðini vóru býráðslimir, fólk úr umsitingini umframt umboð fyri menningardeildina hjá Visit Faroe Islands.

Endamálið við túrinum var at fara í dýbdina við hvussu ferðavinna kann verða skipað. Bornholms kommuna hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at skipa karmarnar ferðavinnan arbeiðir undir og við at fáa borgaran á bornholm at gerast ein virkin í vinnuni.

Vitjað varð á Bornholms kommunu, har borgarstjórin Winni Grosbøll tók ímóti. Eisini varð vitjað á fleiri siðsøguligum støðum har kommunan hevur megnað at fáa eina burðardygga ferðavinnu, ið tekur atlit til náttúruna og borgarin á staðnum.

Alt í alt ein sera gevandi túrur, sum hevur givið býráðnum íblástur til at halda á fram við arbeiðinum, at menna eina burðardygga ferðavinnu í Sunda kommunu.

Seinastu tíðindi

20
sep
Nýtt og gott gamalt í Saksunar kirkju
20
sep
Stór konsert í Nesvík í kvøld
19
sep
Sundalagið spílar seg út
18
sep
Bónus bjóðar til ókeypis konsert
18
sep
NÝGGJ SØLUBÚÐ LETUR UPP!
18
sep
Útbjóðingarskriv
17
sep
Fult hús til vinnukvøld á Oyrarbakka
16
sep
Rottangatøming í Hvalvík