Tíðindi

Ung í arbeiði 2019

27.05.2019

Nú ber til at tekna seg til "ung í arbeiði" 2019. Í ár verður arbeitt vikurnar 27 og 28, frá 1. juli til og við 12. juli.

Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum komandi skúlaár fara í ávikavist 9. og 10. flokk. Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Havnar Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.

Tey, sum eru áhugað í hesum tilboði, verða biðin um at seta seg í samband við kommununa á tlf. nr. 667271 ella við at senda ein teldupost til sunda@sunda.fo, og melda seg til.

Við tilmelding skal upplýsast navn, bústaður, føðiár, telefonnummar, flokkur, kontonummar og eftirlønarkonta.

Freistin av melda til er mikudagin 26. juni 2019.

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl