Tíðindi

Námsfrøðingar til Dagstovnin á Flatinum

05.06.2019

Brennur tú fyri at arbeiða við vøggustovu og barnagarðsbørnum er tað júst tær vit hava brúk fyri. Vit søkja eftir 2 námsfrøðingum 30 – 35 tímar um vikuna at byrja 12 aug ella eftir nærri avtalu.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Á stovninum leggja vit dent á viðurkennandi námsfrøði. Vit arbeiða útfrá okkara námsætlan og virðisgrundarlagið har trivnaður, umsorgan, nærvera, menning og spæligleði er í hásæti. Vit arbeiða við Betri Vinir og komandi ár fara vit at hava rørslu og røslumenning sum høvuðsevni.

Um okkum:

Vit eru 92 børn í aldrinum 0 – 9 ár og 22 starvsfólk. Opið er frá 7.00 - 17.00. Vit hava 2 vøggustovur, 1 barnagarðsstovu, 1 stova við teimum 6 ára gomlu og 1 frítíðarstova við 1. 2. og 3. fl. Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar bæði innan og uttandura, hvør stova er ein sjálvstøðug vælútgjørd eind, umframt eitt stórt felagsrúm, viðtaluhølið, og ymisk verkstøð. Okkara stóra spælipláss er stimrandi fyri allar sansir, og stovnurin liggur sera væl fyri t.d. beint við haga og fjøru, við skúla, fimleikarahøll, svimjihøll og góðum busssambandi.

Vit kunnu bjóða:

eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi, og har tú saman við dugnaligum starvsfólkum ert við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvi á einum stovni, har karmarnir eru sera góðir inni sum úti.

Vit ynskja:

at tú kanst skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum - at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagaðar og foreldur - at tú sært møguleikar fram um forðingar, - ert nærverandi, kreativ/ur og positiv/ur; og dámar væl at verða úti í náttúruni.

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum at frætt frá tær.

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Tú verður sett/ur í starv á stovninum, og mást tola broytingar í starvinum.

Meira fæst at vita um størvini við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi

hósdagin 20 juni og sendast til:

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka

ella við telduposti til flatinum@sunda.fo 

Seinastu tíðindi

11
jun
Gjáar kirkja 90 ár
13
jun
Kom við í skránna til mentan­ardagar 2019!
13
jun
Umhvørvisplássið í Tjørnuvík stongt fyribils
11
jun
Námsfrøðing til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
10
jun
Lívið sum listafólk í Tjørnuvík
09
jun
Dukkuleikur við Gjógv 10.-19. juni
09
jun
Ársroknskapu­rin fyri 2018 góðkendur
07
jun
Kom inn í Listafólkabústa