Tíðindi

Nú verður nýggja ítróttarhúsið innilokað

18.06.2019

Sunda kommuna hevur gjørt sáttmála við Sp/f Müller í Kvívík um arbeiðið at inniloka bygningin við fótbóltsvøllin við Margáir og gera bygningin liðnan uttan. Við í arbeiðnum er eisini tak yvir øll tey verandi og tey nýggju sitiplássini umframt klæðing, vindeygu og annað.

Trý tilboð komu inn uppá arbeiðið, sum varð boðið alment út. Sp/f Müller átti tað lægsta, sum var uppá kr. 4.820.457 uttan mvg. Hini vóru uppá ávikavist kr. 5.777.000 og kr. 4.899.893 uttan mvg.

Arbeiðið er byrjað og verður liðugt í heyst. Í summar verða eisini nýggj tíðarhóskandi vallarljós uppsett.

Arbeiðið darvar nakað virksemið í húsinum og tí er frítíðarskúlin fyribils fluttur yvir í Hvalvíkar skúla at húsast. Væntandi verður arbeiðið liðugt síðst í árinum.

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl