Tíðindi

Fólk skulu fáa frið fyri seyði

26.06.2019

Men talan er um tíggju bygdir, so tað er bæði umfatandi og dýrt at vetrarfriða

Nú verður sjøtul settur á eina ætlan at vetrarfriða bygdirnar í Sunda Kommunu. Tað hevur kommunustýrið í Sunda Kommunu, samtykt.

Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sigur, at býráðið hevur samtykt, at Tekniska Nevnd skal arbeiða víðari við málinum. Í hesum sambandi skal nevndin kanna, hvørjir møguleikar eru í hvørjari einstakari bygd, hvussu kostnaðarmikið tað verður, og í hvørjari raðfylgjum bygdirnar skulu vetrarfriðast.

Tað eru 11 bygdir í Sunda Kommunu, men Hósvík er longu vetrarfriða. Men borgarstjóin sigur, at tey eru greið yvir, at talan verður eina drúgva tilgongd, og at tað verður rættiliga kostnaðarmikið. Tað kostar nevniliga 4,50 krónur fyri fermeturin at vetrarfriða.

Men hann heldur, at í summum førum standa bøgarðarnir nokk so fitt oman fyri bygdirnar, og í summum førum kann ein loysn vera at flyta bøgarðarnir longur oman ímóti bygdini.

Hann sigur, at miðað verður eftir, at Tekniska nevnd skal vera liðug við arbeiðið í ár, men hann væntar ikki, at tað verður klárt nóg tíðliga til at tað kann verða við á fíggjarætlanini fyri næsta ár.

Sjálvur tekur Heðin Zachariasen undir við, at farið verður undir eina slíka ætlan, tí hann heldur ikki, at tað hoyrir nútíðini til, at seyður gongur og melur ímillum húsini.

Hann heldur, at tað er nátúrligt at byrja í teirri bygdini, har tað er bíligast og lættast at vetrarfriða, men hetta verður so eisini ein partur av fyrireikandi arbeiðnum hjá Teknisku Nevnd.

Grein frá in.fo.

Seinastu tíðindi

23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
09
apr
Skrá til eldradagin
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu