Tíðindi

Góða ferð!

27.06.2019

Nógv fólk, bæði børn og vaksin vóru samlað á Oyrarbakka hósdagin, at siga súkklarunum frá Team Rynkeby Føroyar farvæl. Tey fara nú av landinum og skulu síðani súkkla til París.

Borgarstjórin, Heðin Zachariasen, helt røðu og takkaði fyri at tey gera hetta megnar arbeiðið. Serliga hugaligt er í ár, tí heili 4 luttakarar eru úr Sunda kommunu, tey eru Alfred Johannesen, Jóhanna við Streym, Thordis Dahl Hansen og Trygvi Kallsoy

Alfred Johannesen frá Norðskála helt eisini eina sera rørandi og persónliga røðu um hví hann fór at súkkla til París.

Endamálið við ferðini til París er at savna peningin inn til krabbameinsrakt børn og familjur teirra.

Myndir frá hugnaligu løtuni á Oyrarbakka síggjast her:

Seinastu tíðindi

15
jul
Kommunuskrivstovan stongd í summar
17
jul
Konsertdagur við Gjógv 17. juli
17
jul
Starvs­fólk til Garnhúsið
16
jul
Regatta í Hósvík 2. august
15
jul
Heiðraðu okkara íðkarum
12
jul
Okkara ungu eru arbeiðssom
11
jul
Móttøka verður sunnudagin
08
jul
Bussleiðin á Sona appini