Tíðindi

Størv í Heimatænastuni í VEKS

28.06.2019

Kundi tú hugsa tær at arbeitt innan heimatænastuna í VEKS? Les meira her:

Hesi størv eru leys at søkja:

·         Heilsurøktari, brøk 0,8 til Dagdvøljuna í Vestmanna

·         Heilsurøktari, brøk 0,8 til Heimið á Grønanesi og útiøkið Vestmanna/Kvívík

·         Hjálparfólk, brøk 0,8 til Dagdvøljuna í Vestmanna

·         Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8 til Heimið á Grønanesi og útiøkið Vestmanna/Kvívík

·         Reingerðarfólk, brøk 0,5 til Heimið á Grønanesi í Vestmanna

·         Heilsurøktari, brøk 0,7 til Korndalsbýlið og útiøkið Eystur

·         Heilsurøktari (farloyvisstarv), brøk 0,7 til Korndalsbýlið og útiøkið Eystur

·         Heilsuhjálpari, brøk 0,7 til Korndalsbýlið og útiøkið Eystur

 

 

Byrjunardagur

01.08.2019 ella eftir nærri avtalu.

 

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

 

·         Viðkomandi útbúgving og góðkenning

·         Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.

·         Telduførleika á brúkarastøði.

·         Koyrikort til persónbil.

 

Vit kunnu bjóða

 

·         Fjølbroytt størv

·         Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

·         Skipaða innleiðslu

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

 

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsókir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 


Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. juli 2019.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

·         Miu Pedersen, leiðara fyri VEKS Vestur, á telefon 793231.

·         Helfrid Kruse Poulsen, deildarleiðara á Korndalsbýlinum, á telefon 793259.

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo

Seinastu tíðindi

15
jul
Kommunuskrivstovan stongd í summar
17
jul
Konsertdagur við Gjógv 17. juli
17
jul
Starvs­fólk til Garnhúsið
16
jul
Regatta í Hósvík 2. august
15
jul
Heiðraðu okkara íðkarum
12
jul
Okkara ungu eru arbeiðssom
11
jul
Móttøka verður sunnudagin
08
jul
Bussleiðin á Sona appini