Tíðindi

Høllin við Streymin reist

04.07.2019

Seinnapartin 3. juli var søguligur dagur á Oyrarbakka tí høllin við Streymin varð reist. Hetta er fyrsta ítróttarhøllin í Sunda kommunu og er hon 1700m2 til støddar. Samlaða íløgan fyri skúlan og ítróttarhøllina er 100 milliónir.

BRIM arkitektar hava teknað. Høvuðshugskotið er at laga nýggja skúlan og ítróttarhøllina til lendismunin ímillum vegin og verandi skúla.   

Á ovastu hæddini er skúlin útbygdur við 1700m2 í tveimum lonum kring ein miðgarð. Hetta bindur skúladeildirnar betur saman og veitir ljós úr øllum ættum. Sjálvur miðgarðurin er eitt áhugavert útirúm til spæl og samveru.

Á miðhæddini er, umframt lærarahølir, eisini felagsøki og matarstað til næmingar. Miðhæddin er eisini forhøll til ítróttarhøllina, og er ætlað til almenna nýtslu uttanfyri skúlatíð.

Á niðastu hæddini er gólvið í ítróttarhøllini. Ítróttarhøllin er sera væl egnað til skúlaítrótt, hondbólt og eisini til onnur mentanarlig tiltøk. Ítróttarhøllin rúmar áleið 400 áskoðarum.

Jóan Petur Vang, byggimeistari er høvuðsarbeiðstakari. Arbeiðið gongur væl. Eftir ætlan verður verkætlanin avhendað Sunda kommunu á vári 2020.

Seinastu tíðindi

15
jul
Kommunuskrivstovan stongd í summar
17
jul
Konsertdagur við Gjógv 17. juli
17
jul
Starvs­fólk til Garnhúsið
16
jul
Regatta í Hósvík 2. august
15
jul
Heiðraðu okkara íðkarum
12
jul
Okkara ungu eru arbeiðssom
11
jul
Móttøka verður sunnudagin
08
jul
Bussleiðin á Sona appini