Tíðindi

Hvalastøðin er nú opin

08.07.2019

Nógv fólk til móttøku við Áir fríggjadagin í sambandi við, at Hvalastøðin lat upp sum savn. Eiðis ljómfelag spældi og fleiri røður vórðu hildnar.

Síðani 2011 hevur verið arbeitt við at umvæla og restaurera øll húsini á Hvalastøðini. Hon var um at fara, og tað var í tøkum tíma, at varðveitingarætlanin fór í gongd. Verkætlanin er ikki liðug.
 
EINASTA VARÐVEITTA HVALASTØÐIN
Hvalastøðin við Áir hjá norsk-skotsku fyritøkuni Christian Salvesen í Leith í Skotlandi byrjaði sítt virki í 1905. Hon er tann einasta av teimum sjey norsku hvalastøðunum í Føroyum, sum er varðveitt. Hvalastøðin við Áir er ein týðandi og einstakur ídnaðararvur.
Hevur tú hoyrt um Ebenezer, Kristnastovu, Fuguna, Kvernuna og Tørkuna? Beinknúsarar, spøl, lýsitangar, mjølverksmiðja, smiðja, Planurin, hús og bygningar standa sum varðar frá einari farnari tíð. Ein framsýning um hval og hvalaveiðu verður eisini at síggja inni í Smiðjuni.

HVALASTØÐIN HEVUR OPIÐ SOLEIÐIS Í SUMMAR:
Hvønn fríggjadag frá 12. juli til 30. august kl. 10.00 til 16.00

Kostnaður:
Børn til og við 15 ár: ókeypis
Vaksin 60 kr.
Pensjonistar 30 kr.
Bólkar (á minst 10) 40 kr.

kl. 11.00, 13.00 og 15.00 er rundvísing við guide. Tað kostar 20 kr. eyka. (Til ber eisini at ganga runt sjálvi)

Myndirnar eiga Sunda kommuna og Tjóðsavnið.

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu