Tíðindi

Hey Ungdómurin í Sunda kommunu

19.08.2019

Vit hava avgjørt, at fram til jólaferiuna fer Garnhúsið at hava opið týskvøld frá kl. 18.00 til 22.00, hóskvøld frá kl. 18.00 til 22.00 og fríggjakvøld frá kl. 19.00 til 24.00.

Garnhúsið fer fram til jóla, 3 ferð um vikuna, at vera karmur um frítiðarvirksemi hjá ungum frá 7 flokki og til 18 ár. Her hava vit tað stuttligt, hugnaligt og kanska læra vit eisini okkurt um hvønn annan og um verðina sum heild.

Her eru ikki nógvar reglur, men tær fáu sum eru, ganga vit høgt uppí. Her fara vit væl við hvørjum øðrum, her nýta vit ikki rúsdrekka og her skulu øll føla seg vælkomnan og hava tað gott.

Í Garnhúsinum hugsa vit kreativt, vit hanga út og vit eru saman um alt tað, sum er stuttligt, álvarsamt, spennandi og týdningarmikið. Í Garnhúsinum arbeiða dugnalig og frísk starvsfólk, sum bæði duga og elska at vera kreativ. Og um tit hava onkur hugskot, eru tit eisini vælkomin at siga okkum frá.

Vit hava avgjørt, at fram til jólaferiuna fara vit at hava opið týskvøld frá kl. 18.00 til 22.00, hóskvøld frá kl. 18.00 til 22.00 og fríggjakvøld frá kl. 19.00 til 24.00.

Vit síggjast í Garnhúsinum.

Seinastu tíðindi

15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
27
feb
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu