Tíðindi

Valstøð í Sunda kommunu

19.08.2019

Løgtingsval verður leygardagin 31. august 2019. Í Sunda Kommunu verður valt á hesum støðum:

• Veljarar búsitandi við Gjógv velja í skúlanum við Gjógv.
• Veljarar búsitandi við Norðskála, á Oyrarbakka og á Oyri velja í Eydnuni á Oyrarbakka.
• Veljarar búsitandi í Tjørnuvík velja í bygdahúsinum í Tjørnuvík
• Veljarar búsitandi í Haldórsvík og á Langasandi velja í skúlanum í Haldórsvík. (lofti)
• Veljarar búsitandi í Hvalvík, Streymnesi og í Saksun velja í skúlanum í Hvalvík.
• Veljarar búsitandi í Hósvík velja í skúlanum í Hósvík.

Atkvøðugreiðslan er frá:
Kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður:
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi  fríggjadagin 30.08.2019 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna í vanligari avgreiðslutíð.  Brævatkvøður skulu vera valstýrinum , har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl.10.00 tann 31.august 2019.

Heimaval:
Veljarar ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi fríggjadagin
30. August 2019 við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 667271 í seinasta lagi fríggjadagin  30.august kl. 15.00.

Valkort:
Valkort verða send veljarunum í standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella  okkurt er komið skeivt fyri, skal viðkomandi venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast tilber.

Oyrarbakki tann 19.08.2019

SUNDA KOMMUNA

 

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl