Tíðindi

Skrivikapping fyri børn

20.08.2019

Í samstarvið við Rithøvundafelag Føroya skipar Sunda kommuna fyri skrivikapping fyri børn, sum ganga í 4.flokki til og við 9.flokki.

Skriva ein tekst um evnið:

”STREYMUR”

Vinn ein túr við flokkinum út at eta og eina vitjan av einum barnabókarithøvundi! Lýsingin sæst her.

Øll sløg av tekstum kunnu vera við í kappingini: ein yrking, ein stuttsøga, ein hugleiðing ella kanska eitt bræv... veruleiki ella úr tínum egna hugflogi… valið er títt.


Send tekstin til Sunda kommunu, Oyrarbakkavegur 3, 400 Oyrarbakki ella til sunda@sunda.fo, viðmerk ”skrivikapping” innan 9. september 2019.


Vinnarin verður kunngjørdur á setanarkvøldinum til Mentanardagar 12. september kl. 19.00.

Mentanardagar í Sunda kommunu verða í døgunum 12.-21. september 2019. Skráin verður kunngjørd seinni.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg