Tíðindi

Fleiri nýggjar lærugreinar í vetur

22.08.2019

Faldarin fyri Frítíðarundirvísingina í vetur er nú klárur. Fleiri nýggjar lærugreinar eru komnar á skrá.

Hygg at faldaranum her.

Í tilknýti til fleiri skúlar í kommununi er frítíðarundirvísing og frítíðarvirksemi. Serliga er tað tónleikur, sum undirvíst verður í, men eisini ymiskt handaligt er á skránni.

Endamálið við hesum tilboðum er stimbra hvønn einstakan at menna sínar førleikar innan ymisk øki, umframt at gera sítt til, at stuðla upp undir lívslongu læringina.

Kommunan samskipar útbúgvingartilboðini við støði í teimum ynskjum og tí tørvi, sum er í kommununi. Leiðari fyri frítíðarundirvísingina er Elspa Petersen, tlf. 281296.

Faldarin verður borin í hvørt hús í kommununi í vikuskiftinum og verður lýstur á her á heimasíðuni. Frítíðarundirvísingin hevur eisini egna síðu á facebook.

Øll undirvísing er treytað av nóg stórar undirtøku og góðkenning mynduleikanna.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til sunda@sunda.fo ella við at ringja til tlf. 667271. Tá goldið er, ert tú tilmeldað/ur.

Seinastu tíðindi

18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
27
feb
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu