Tíðindi

Rottangatøming í Hósvík fríggjadagin

05.09.2019

Reinsitænastan hjá IRF byrjar at tøma rottangar í Hósvík fríggjadagin 6. september 2019.

IRF heitir á fólk í bygdini at tryggja:

· at tangin er lættur at koma til

· at tað er grivið væl frá rundan um lokið

· at lokið er væl fest, men lætt at loysa

· at lokið er trygt og heilt

· at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

· Reglugerðin sigur, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

 

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Seinastu tíðindi

23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík