Tíðindi

Leiðari til Ungdómshúsið - Garnhúsið

06.09.2019

Søkt verður eftir leiðara til Garnhúsið at byrja skjótast møguligt.

Starvið er parttíðarstarv, 12 tímar um vikuna býtt á tvey kvøld um vikuna.

Sum leiðari fyri Ungdómshús okkara ynskja vit at tú hevur:

·         Viðkomandi útbúgving

·         Góð samstarvsevni

·         Hug og hevni at arbeiða saman við okkara ungu

·         Royndir innan ungdómsarbeiði

 

Setanarviðurskiftið

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Føroya Pedagogfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Kjølbro, fíggjarleiðara á +298 297205 ella eydun@sunda.fo

 

Umsóknir við prógvum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagið mánadagin 25. september 2019 og skulu sendast til:

 

Sunda@sunda.fo ella

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3

Postboks 3

400  Oyrarbakki

Seinastu tíðindi

19
sep
Sundalagið spílar seg út
18
sep
Bónus bjóðar til ókeypis konsert
18
sep
NÝGGJ SØLUBÚÐ LETUR UPP!
18
sep
Útbjóðingarskriv
17
sep
Fult hús til vinnukvøld á Oyrarbakka
16
sep
Rottangatøming í Hvalvík
14
sep
Skúlin verður vístur fram
13
sep
Skráin leygardag 14. september - við dagføringum