Tíðindi

Katrin Elisabet vann skrivikappingina

13.09.2019

Rithøvundafelagið skipaði í samstarvi við Sunda kommunu fyri skrivikapping millum børn og ung um evni "streymur".

Inn komu 14 verk, bæði søgur, yrkingar og frásagnir. Dómsnevndin valdi ein vinnara og vinnarin bleiv 15. ára gamla Katrin Elisabet Kollslíð úr Hvalvík, sum lat inn stuttsøguna "STREYMUR".

Á setanarløtuni í Eydnuni hóskvøldið, fekk Katrin Elisabet handa heiðursbræv og vinningin, sum var at flokkurin, hon gongur í í Skúlanum við Streymin fær eina vitjan av barnabókarithøvuni og pitsa til øll. 

Sunda kommuna fegnast um góðu undirtøkuna og ynskir Katrin Elisabet hjartaliga tillukku.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg