Tíðindi

Skráin leygardag 14. september - við dagføringum

13.09.2019

Leygardagurin er ein av stóru døgunum í skránni fyri mentanardagarnar. Vegna veður eru onkrar tillagingar.

Kl. 9.00-12.00 Bjóðar kommunan til brunsj í bygdarhúsinum í Hósvík. Tað er Ruben Busk sum matgerð og nokk er til av mati. 

Tá ein hevur etið ber til at síggja og royna nýggju brandbilarnar hjá kommununi. Eisini er listasýning í Hósvíkar skúla við list eftir Janus á Húsagarði.

Kl.11.00 verður bókaframløga í Hósvíkar skúla har Ingun Christensen kemur at lesa upp úr nýggjum barnabókum. Eisini ber til at keypa barnabøkur í skúlanum.

Høvundadagurin, sum lýstur varð at verða í Tjørnuvík er AVLÝSTUR vegna veður.

Kl. 14.00-22.00 Hjartarúmið á Oyrarbakka er opið. Hjartarúmið er undir Grótheyggi 12. Lesið meira á facebook síðuni.

 

Kunna teg um skránna til mentanardagarnar her.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg