Tíðindi

Rottangatøming í Hvalvík

16.09.2019

Reinsitænastan hjá IRF byrjar eftir ætlan at tøma rottangar í Hvalvík fríggjadagin, 20. september 2019.

IRF heitir á fólk í bygdini at tryggja:

at tangin er lættur at koma til
at tað er grivið væl frá rundan um lokið
at lokið er væl fest, men lætt at loysa
at lokið er trygt og heilt
at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt
Reglugerðin sigur, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

 

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl