Tíðindi

Stór konsert í Nesvík í kvøld

20.09.2019

Tað er nú fríggjakvøldið 20. september kl.20.00, at stóra jazz-, gospel- og countrykonsertin verður í nýggju høllini í Nesvík! New Orleans Orkestrið Eitil og Blátt Gras spæla og syngja.

Hetta er í sambandi við Mentanardagar í Sunda kommunu, og kommunan og leguhúsið skipa fyri í felag.

New Orleans Orkestrið Eitil er eitt ársgamalt orkestur, ið serliga spælir gomul gospelløg. Orkestrið hevur tríggjar sangarar og er annars mannað við banjo, trummum og fimm blásarum.

Bluegrassorkestrið Blátt Gras úr Vágum er kent um alt landið fyri sín lætta, festliga og glaða tónleik við einum góðum boðskapi. Menninir hava higartil givið tvær fløgur út, “Ávegis” í 2014 og “Framvegis” í fjør.

Umstøðurnar til eina góða konsert eru av teimum allarbestu í nýggju høllini í Nesvík. Eftir konsertina verður ein góður drekkamunnur.

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu