Tíðindi

Vinnararnir av krossorðagátunum funnir

24.09.2019

Mánadagin 23. september varð lutakast millum tey mongu, sum høvdu sent inn loyniðorðið til krossorðagáturnar.

"Reyði tráurin" til hesar mentanardagar er skrivaða orðið, tekstir og skaldskapur.

Sum nakað heilt nýtt vóru tvær krossorðagátur í faldaranum sum var borin til øll húski í Sunda kommunu. Endamálið var, at fáa fólk at spæla sær við orð og at skriva. At loysa krossorðagátur er mennandi fyri málførleika og rættstaving.

Sera nógv hava skrivað inn við røttu loyniorðunum. Mánadagin varð lutakast og tveir vinnarar eru funnir:

Krossorðagáta til vaksin. Loyniorðið var viðStreymin. Vinnarin er: Maria Zachariassen.

Krossorðagáta til børn. Loyniorðið var langasandur. Vinnarin er: Hjørleif Zachariasen.

Sunda kommuna ynskir teimum hjartaliga tillukku við vinningunum.

 

Seinastu tíðindi

24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.