Tíðindi

Farloyvisstørv til Heimatænastuna í VEKS

01.10.2019

Søkt verður eftir farloyvisavloysarum og vikuskiftisavloysarum í hesum starvsbólkum:

·         Sjúkrarøktarfrøðingar

·         Heilsurøktarar

·         Heilsuhjálparar

Arbeiðsstaður

·         Korndalsbýlið á Eiði

·         Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi

·         Heimið á Grønanesi í Vestmanna

·         Heimatænastan Eystur

·         Heimatænastan Vestur

 

Starvsbrøkur

Eftir avtalu

 

Byrjunardagur

Skjótast gjørligt.

 

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

 

·         Viðkomandi útbúgving og góðkenning

·         Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.

·         Telduførleika á brúkarastøði.

·         Koyrikort til persónbil.

 

Vit kunnu bjóða

·         Fjølbroytt størv

·         Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

·         Skipaða innleiðslu

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

 

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

 

Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 


Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. oktobur 2019 kl. 12:00.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

·         Helfrid Kruse Poulsen, deildarleiðara á Korndalsbýlinum, telefon 793259

·         Magnu Hammer, deildarleiðara á Mørkini, telefon 793252

·         Jonu Dam, deildarleiðara á Mørkini, telefon 793253

·         Signu Andreasen, deildarleiðara á Grønanesi, telefon 793232

·         Fíu Pedersen, deildarleiðara á Grønanesi, telefon 793231

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo

Seinastu tíðindi

01
okt
Farloyvisstørv til Heimatænastuna í VEKS
26
sep
Skráin til komandi býráðsfund
26
sep
Fyribyrgj­andi venjingar 2019/­2020
24
sep
Væl vitjaðir Mentan­ardagar
24
sep
Vinnarar­nir av krossorðagátu­num funnir
23
sep
Umhvørvisplássið nú fjøllini verða gingin
23
sep
Áheitan um at rudda
20
sep
Nýtt og gott gamalt í Saksunar kirkju