Tíðindi

Starvsfólk til Ungdómshúsið

31.10.2019

Vit søkja eftir dugnaligum hjálparfólki.

  • Hugsar tú kreativt og dámar at arbeiða við projektum?
  • Er nærlagni og nærvera akkurát tú?
  • Elskar tú at vera aktiv/ur og at hanga út?
  • Vilt tú vera saman við okkum, um alt tað, sum er stuttligt, álvarsamt, spennandi og týdningarmikið?

Ungdómshúsið í Sunda kommunu, vanliga nevnt Garnhúsið á Oyri, sóknast eftir starvsfólki at arbeiða 2-3 kvøld um vikuna 8 tímar tilsamans, at byrja 1. desember 2019 ella skjótast tilber.

Vit vænta at tær dámar at arbeiða við ungdómi, dámar at vera kreativ/ur og dugir at hugna um tey ungu. Somuleiðis vænta vit, at tú ert innbjóðandi, forvitin og inkluderandi, og tú dugir bæði at uppsøkja og seta stuttlig ting í gongd, líkasum tú eisini eggjar teimum ungu til sjálvi at brúka sítt hugflog.

Starvið er lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Hevur tú spurningur ber til at ringja til leiðaran, Jórun Gudmundsen, tlf: 259986 ella mail: garnhusid@gmail.com

Umsóknir v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagið mánadagin 14. november 2019 og skulu sendast til, garnhusid@gmail.com ella

Sunda kommuna

Oyrarbakkavegur 3

Postboks 3

400  Oyrarbakki

 

Viðmerk brævbjálvan ”umsókn garnhúsið”

Seinastu tíðindi

12
nov
Skatta­listin 2018
12
nov
Jóltrøini verða tendrað
08
nov
Lands­stýris­maðu­rin vitjaði í Sundalagnum
06
nov
Katrina fekk fortjenstmedalju
01
nov
Jórunn er nýggjur leiðari í Garnhúsinum
31
okt
Starvs­fólk til Ungdóms­húsið
31
okt
Koppseting ímóti beinkrími
29
okt
Fótbóltur aftur við Margáir í 2020