Tíðindi

Kavarudding og salting

18.11.2019

Veturin er komin og við tí eisini hálir vegir og kavi. Okkara umsjónarmenn hava til uppgávu at salta og grava vegirnar.

Kommunan tekur sær av kavarudding og salting á kommunalu vegunum. Kommunan eigur tveir bilar sum saltað vegirnar og ein samstarvsavtala er gjørd við veitara um graving við maskinu, tá tørvur er á tí.

Ábyrgd av kavaruddingini hevur arbeiðsformaðurin í Veitingareindini.

Í vanligum kavaveðri verður grivið eftir hesi raðfesting:

  • Streymnes, skúlabrekkan og busssteðgipláss
  • Vegirnar til dagstovn og skúlar á Oyrarbakka
  • Vegirnar til dagstovn og skúlan í Hvalvík
  • Hósvík
  • Aðrir kommunalir vegir

Kommunan hevur ábyrgdina av salting av øllum kommunalum vegum. Kassar við salti í verða settir við brekkur. Heldur tú, at tørvur er á saltkassa í tínum grannalag, set teg so í samband við kommununa á tlf: 667271.

Eru spurningar ella áheitanir viðvíkjandi kavarudding í Sunda kommunu, eru borgara vælkomnir at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf.: 667271.

Seinastu tíðindi

12
des
Lucia á kommunuskriv­stovuni
12
des
Býráðsfundur verður 16. desember
10
des
bjóða lesandi lestrarhøli um jólini
10
des
Loyvi at brenna nýggjársbál
06
des
Jóla­trø­ini - myndir
04
des
Jólasøla og café á Oyri
04
des
Námsfrøðing til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
02
des
Jógvan í Dali settur sum tekniskur leiðari