Tíðindi

20 ára starvsdagur

07.01.2020

Tann 1. januar 2020 vóru liðin 20 ár, síðan Anvør Zachariasen varð sett í starv í táverandi Hvalvíkar Kommunu sum bókhaldari og skrivari.

Tá kommunurnar í Sundalagnum í 2005 løgdu saman fór Anvør at starvast í umsitingini á Oyrarbakka. 

Høvuðsuppgávan hjá Anvør er at taka sær av bókhaldinum í kommununi. Eyðsæð er, at nógvar broytingar hava verið á kommunala økinum hesi tjúgu árini – frá teimum sera sperdu kreppuárunum til tryggari viðurskifti seinnu árini.  

Í gjár vóru starvsfelagar og nærmasta familja hjá Anvør boðin til hátíðarløtu á kommunuskrivstovuni, har borgarstjórin handaði henni gávu og segði nøkur orð.

Sunda kommuna takkar Anvør fyri góða tænastu og ynskja henni hjartaliga tillukku við 20 ára starvsdegnum.

Myndir síggjast her:

 

Seinastu tíðindi

23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík