Tíðindi

Upp á Stovugólv í Tjørnuvík

04.02.2020

Í ár skipar Ung í Dansi aftur fyri Upp á Stovugólv, sum verður tann 8. februar 2020. Hesaferð verður tiltakið í Tjørnuvík og vertirnir verða Hans Espern Heinesen, Steinbjørn Magnussen og Jens H. Jensen.

Tiltakið verður í Tjørnuvík, og tað fer at ganga nakað soleiðis fyri seg:

  • Fólk koma til Tjørnuvíkar, har tey verða býtt upp í tríggjar bólkar
  • Hesir bólkar fara so í hvørt sítt hús, har ein vertur er í hvørjum húsi. Vertirnir greiða so frá onkrum kvæði, vísu ella tátti, sum tey hava valt og aftaná verður tað (ella bara eitt brot av tí) kvøðið í húsinum. Síðan rotera bólkarnir.
  • Tað verður 1 tími í hvørjum húsi.

Byrjað verður kl. 18:00. Húsavitjanirnar enda kl 21:00. Síðan verður okkurt at eta og drekka niðri í bygdarhúsinum og eisini verður skipað fyri almennum føroyskum dansi kl. 22:00.

Tað er avmarkað pláss í húsunum, tí er neyðugt við tilmelding. Hetta verður gjørt við at ringja ella skriva til ein av hesum:
• Róða Bødvarsdóttir 288901 / bodvarsdottir@hotmail.com
• Ólavur Syderbø 271724 / olavursyd91@gmail.com

Til tann almenna føroyska dansin, ið verður í bygdahúsinum aftaná, eru øll hjartaliga vælkomin og her er ikki neyðugt við tilmelding.
Kostnaður fyri tiltakið og dans er kr. 100.
Kostnaður fyri almennan dans er kr. 50.
Her er suppa við í prísinum, og so verður ymiskt at drekka til sølu.

Kunning um tiltakið á facebook sæst her.

 

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu