Tíðindi

Hitt ein lestrarvegleiðara!

24.02.2020

Hósdagin 27. februar 2020 ber aftur til at hitta ein lestrarvegleiðara á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka og fáa vegleiðing innan lestur, læru og arbeiðsmøguleikar.

Hósdagin 27. februar eru vegleiðarar aftur at hitta í Sunda kommunu. Her verður møguleiki at tosa um tínar framtíðarætlanir.

Støkk inn á gólvið á kommunuskrivstovuni millum klokkan 15.00 og 18.00 og vita hvørjir lestrar-, læru-, og arbeiðsmøguleikar eru - og fá at vita hvussu stuðulsviðurskiftini eru!

Ikki er neyðugt at bíleggja tíð, ein møtir bara upp. 

 

Um Vegleiðingarstovuna 

Útbúgvingar- og arbeiðsviðurskifti broytast støðugt, og tað setur stór krøv til, at borgarar kunnu fáa dygdargóða vegleiðing um útbúgvingar- og vinnumøguleikar.

Tílík karrieruvegleiðing eigur at verða lætt atkomilig hjá øllum borgarum í Føroyum, og brúk er fyri eini meira samanhangandi vegleiðingarskipan, sum ger gagn av vitan og førleikum, sum í dag liggja meira og minni avbyrgd úti á skúlum, hjá myndugleikum, stovnum og øðrum runt í landinum.

Høvuðsuppgávan hjá Vegleiðingarstovuni er, at geva dygdargóða vegleiðing innan útbúgvingar- og vinnumøguleikar. 

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg