Tíðindi

Vit søkja fíggjarleiðara

05.03.2020

Sunda kommuna søkir eftir fíggjarleiðara at byrja 1. mai 2020 ella eftir nærri avtalu. Starvið fevnir í høvuðsheitum um at vara av fíggjarligu, fakligu og fyrisitingarligu stýringini í Sunda kommunu.

Fíggjarleiðarin er ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum, starvið er bygnaðarliga skipað sum partur av ovastu umsitingarligu leiðslu undir borgarstjóranum.

Sum fíggjarleiðari fært tú eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum leiðari fært týðandi leiklut í framhaldandi menningini av kommununi.

Sunda kommuna
Sunda kommuna er ein kommuna í framgongd. Fíggjarætlanin fyri 2020 er uppá umleið 93 mió. kr. Kommunan hevur umleið 50 rakstrarstøð, ið m.a. fevna um fyrisiting, trivnaðarøkið, eldraøkið, dagstovnatilboð, tekniska økið og havnir. Eldra økið VEKS og barnaverndartænastan í VEKS eru skipaðí samstarvi við Vestmanna-, Kvívíkar- og Eiðis- kommunur. Sunda kommuna hevur umleið 100 fólk í starvi, og arbeiða hesi á ymiskum stovnum hjá kommununi.
Býráðið er mannað av 11 býráðslimum. Politiska arbeiðið er skipað í trimum nevndum. Hesar nevndir eru fíggjarnevnd, tekniska nevnd og trivnaðar nevnd.

Fyrisitingin hjá Sunda kommunu er á Oyrarbakka. 11 fólk eru í starvi, harav 3 eru í barnaverndartænastuni
hjá VEKS.

Starvið verður at seta 1. maj 2020 ella eftir nærri avtalu. Umsóknarfreistin er 3. apríl 2020 kl. 12.00.

Starvslýsingin kann lesast her.

Seinastu tíðindi

30
mar
Kunning um corona virusið - dagført
30
mar
Stongt vegna páskafrí
30
mar
Góð ráð til barna­familjur í coronatíðum
24
mar
Býráðsfundur avlýstur
20
mar
Saman í felag í senn
16
mar
Kunning um ansing av børnum - dagført
16
mar
Covid-19 og húsarhaldsburturkastið
16
mar
Barna­verndin - átøk í samband við COVID-19 smittuna