Tíðindi

  • Jens Eli ger málini klár | Mynd: Sunda kommuna
  • Arbeiðsmenn hjá Sunda kommunu | Mynd: Sunda kommuna
  • Røsk timburkvinna hjá sp/f Múller | Mynd: Sunda kommuna
  • Arbeiðsmenn hjá sp/f múller | Mynd: Sunda kommuna
  • nýggju umstøðurnar við Margáir | Mynd: Sunda kommuna
  • Raskir arbeiðsmenn hjá Sunda kommunu | Mynd: Sunda kommuna
  • Arbeiðsmaður hjá Sunda kommunu | Mynd: Sunda kommuna

Sunnudagin verður dystur við Margáir

06.03.2020

Raskir menn og raskar kvinnur arbeiða nú av øllum alvi, at gera klárt til sunnudagin 8. mars kl. 15.00, tá fyrsti heimadystur hjá EB-Streymi skal spælast í móti HB við Margáir í Streymnesi.

Arbeitt hevur verið í longri tíð við at útbyggja ítróttarhúsið og betra um umstøðurnar kring vøllin. Bygningurin, sum er bygdur afturat verandi, er 47x10 metur stórur, 470 m2 í tveimum hæddum. 

Áskoðaraplássini eru nú væl fleiri og undir taki. Enn eru stólarekkjurnar ikki settar upp, men EB-Streymur hevur fingið eykaloyvi at spæla tveir teir fyrstu dystirnar við Margáir kortini. 

Venjingarmiðstøð verður eftir ætlan gjørd seinni í ár í niðaru hæddini í nýggja bygninginum. Fyri at vøllurin kann lúka krøvini til dystir hjá Betri deildini, eru nýggjar ljósmastrar settar upp.

Kommunan fegnast um, at besta liðið hjá monnum aftur fer at spæla dystir við Margáir. Vit vóna at fólk vísa liðinum hollan stuðul sunnudagin.

Tá alt arbeiðið við Margáir verður endaliga liðugt, verða umstøðurnar at spæla fótbólt í Streymnesi av teimum allar bestu.

Myndirnar eru tiknar fríggjamorgunin 6.mars, tá sera nógv virksemi var kring vøllin og ítróttarhúsið við Margáir.

Seinastu tíðindi

19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
09
apr
Skrá til eldradagin
22
mar
Vinnuparkering
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.
15
apr
Ástaðarfundur í Hósvík
03
apr
Rottangatøming í Sunda kommunu