Tíðindi

Kunning um ansing av børnum - dagført

16.03.2020

Frá mánadegnum 16. mars 2020 og fyribils inntil 2. páskadag, 13.apríl 2020, er virksemið á dagstovnaøkinum bert opið fyri børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum og tí hava tørv á dagstovnatilboð til børnini.

Dagstovnar, skúlar og frítíðarskúlar taka ímóti børnum upp til 3. flokk, tá ið foreldur onga aðra loysn hava enn at senda børn síni í skúla ella á stovn.

Talan kann vera um foreldur, hvørs størv fevna um samfelagsligar kjarnuuppgávur og -veitingar, m.a. í heilsuverkinum, innan eldraøkið, løgreglu, kriminalforsorg, tilbúgving, ruskkoyring, handilsvinnu, flutning, útflutningsvinnu, almennan tíðindaflutning og annað.

Um foreldur, hvørs starv fevnur um tílíkar kjarnuuppgávur og –veitingar, ongan annan møguleika hava at fáa børn síni ansað, er hendan serskipanin galdandi.

Hevur tú tørv á ansingartilboðið, átroðkandi boð ella spurninginar, kanst tú ringja til dagstovnaleiðararnar. 

Dagstovnurin á Flatinum tlf.: 297247, Rosa

Dagstovnurin við Kráir tlf.:297235, Unn

Dagstovnurin við Stórheygg tlf.:297255, Hervør

Foreldur, hvørs børn ikki koma á dagstovn hesa tíðina skulu ikki rinda ansingargjald so leingið dagstovnurin er stongdur.

Nærri verður kunnað á heimasíðunum so hvørt meira er at frætta.

Sunda kommuna

 

Dagført 20. mars 2020

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl