Tíðindi

Góð ráð til barnafamiljur í coronatíðum

30.03.2020

Tað kann vera ein avbjóðing at fáa gerandisdagin at hanga saman hesar dagarnar. Serliga fyri barnafamiljur. Tí hava vit savnað saman nakrar ofta settar spurningar og svar, ið vónandi kunnu vera til hjálpar.

Samvera


Kunnu børnini spæla við onnur?

Ja. Frísk børn kunnu gott spæla við onnur frísk børn. Vit mæla tó til, at í mesta lagi 2-3 børn spæla saman í senn, og at tey somu børnini spæla saman frá ferð til ferð – og børnini skulu helst spæla uttandura.

Kunnu børnini fara á spæliplássið?

Tað kunnu tey, men fylg ráðunum omanfyri. Og ver serliga ansin við at børnini vaska sær um hendurnar, tá tey koma heim, og at tey ikki deilast um leikur.

Barnið hevur føðingardag – kunnu vit halda eina lítla veitslu?

Nei, vit mæla til, at allar familjuveitslur o.a. verða útsettar.

Vit hava heimaundirvísing við børnunum – er nakar vandi í tí?

Somu tilráðingar eru galdandi fyri heimaundirvísing sum fyri at spæla saman – í mesta lagi 1-2 børn á vitjan í senn og helst tey somu børnini frá ferð til ferð. Og minst til, at børnini ikki skulu vera saman við øðrum, um tey hava sjúkueyðkenni. Tá skulu tey vera við hús.

Er tað í lagi, at børnini sova saman við sínum vinum, um bæði eru frísk?

Nei, vit mæla frá, at børnini sova saman. Tá tey sova saman, eru tey tætt at hvørjum øðrum innandura og yvir nógvar tímar. Lova børnunum heldur at ringja til hvørt annað fyri at siga góðanátt.

Dóttir mín er tannáringur og arbeiðir í matvøruhandli. Skal eg nokta henni tað?

Nei, men eggja henni til møguliga at tosa við handilsleiðaran um leiðreglurnar fyri smittuverju.

Kann eg hava børnini við til handils?

Vit mæla til, at bara ein í familjuni keypir inn. Lat børnini vera heima um til ber

 

Meiri kunning sæst á www.corona.fo

 

Seinastu tíðindi

24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
18
apr
Trupuleikin við vatnveiting­ini undir Garðsenda í Hósvík er loystur.